Blachman biður Lindu um umbering

- Eg vil gjarna biðja um umbering fyri tað, sum eg segði í gjár. Tað var undir beltið, tað var býtt og óneyðugt av mær, sigur Thomas Blachman Tað rungaði um alt ríkið, tá ið Thomas Blachman, dómari í X-Factor sangkappingini, legði ógvusliga eftir føroysku songkvinnuni Lindu Andrews. Blachmann segði, at Linda skuldi úr kappingini sum skjótast.

 

Í dag dregur Blachman í land. Við Ekstrablaðið sigur hann, at hann fór ov langt í sínum viðmerkingum í gjár.

 

- Eg vil gjarna biðja um umbering fyri tað, sum eg segði í gjár. Tað var undir beltið, tað var býtt og óneyðugt av mær. Eg skal ikki taka mín persónliga hugburð inn í hetta, og hatta var óvirðligt fyri meg at siga, sigur Thomas Blachman.

 

- Eg haldi ikki sjálvur, at eg eri grovur. Eg eri bara ítøkiligur. Um fólk royna at skilja meg, so finna tey út av, at á botni eri eg eitt sera gott menniskjað og ein góður vinur við einum boðskapi, sigur hann.

 

Ekstrablaðið spyr Blachmann, um hann finnist at Lindu Andrews, tí hon er úr Føroyum.

 

- Nei, yvirhøvur ikki. Tað hevur einki at siga fyri meg, hvaðani fólk eru. Tað eru so nógvir fantastiskir sangarar úr Føroyum. Vakra umhvørvið í Føroyum eigur at skapa originalar og magiskar sangarar, sum mann kann hoyra, hvaðani teir koma, sigur Thomas Blachman.