Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur í kvøld boðað frá, at hann tekur seg úr forsetavalstríðnum.
Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av einum longri kjaki um aldurin hjá Biden. Amerikanski forsetin vísir í staðin á sín varaforseta sum nýtt valevni.
Meira fæst at vita um bakgrundina hjá Biden her:
Navn: Jósef Robinette Biden.
Aldur: 81 ár
Føðingardagur: 20. november 1942. Føddur í Scranton í Pennsylvania.
Tjóðskapur: Amerikanskur.
Hjúnabandsstøða: Giftur við Jill Biden síðani 1977. Hevur fýra børn - trý av teimum við fyrru konu síni, Neiliu.
Neilia doyði í einum ferðsluóhappi í 1972, saman við dóttrini hjá parinum, Naomi. Tveir synirnir hjá hjúnunum fingu skaða í vanlukkuni, men yvirlivdu. Síðani er ein sonur, Beau, deyður av krabbameini.
Útbúgving:
* 1965: Bachelorútbúgving í søgu og stjórnmálafrøði á universitetinum í Delaware.
* 1968: Masterútbúgving í løgfrøði á Syracuse háskúlanum.
Starv:
* 1968-1972: Rekur sítt egna advokatvirki.
* 1973-2009: Valdur í senatið úr statinum Delaware.
* 1988: Royndi at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum. Hann var ikki tilnevndur.
* 2008: Royndi at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum. Hann var ikki tilnevndur.
* 2008: Barack Obama, sum gjørdist forsetavalevni hjá demokratunum, valdi Joe Biden til sín varaforseta.
* 2009-2017: Varaforseti í USA undir Barack Obama.
* 2020: Alment tilnevndur sum forsetavalevni hjá Demokratunum. Verður kunngjørdur 7. november sum vinnarin av forsetavalinum sum var 3. november.
* 2021-: Forseti í USA.
* 2023: Boðar frá, at hann stillar upp sum demokratiska valevnið til forsetavalið í 2024.
* juli 2024: Boðar frá, at hann hóast alt ikki stillar upp til afturval, og at hann fer at leggja dent á at klára forsetaembætið í staðin.
Kelda: CNN, Ritzau.
/ritzau/











