Blóðugur býráðsfundur í USA

Seks fólk doyðu, tá ein vápnaður maður kom á býráðsfund í amerikanska statinum Missouri í gjárkvøldið Løgreglan í Missouri sigur, at maðurin skjeyt fimm fólk, áðrenn tað eydnaðist løgreglumonnum at skjóta hann. Tveir løgreglumenn, tveir býráðslimir og ein maður, sum var á fundi við býráðið, doyðu av skotunum frá manninum.

Tvey fólk vórðu særd, og annað teirra er borgarstjórin.

Løgreglan sigur, at álopsmaðurin hevði tvær ferðir fingið bót, tí hann hevði órógvað býráðsfundir.