Blóðugt álop á moskur í Pakistan

Í minsta lagi 56 fólk doyðu, og 78 onnur vórðu særd, tá vápnaðir menn lupu á tvær moskur í pakistanska býnum Lahore í dag.

Myndugleikarnir siga fyri fronsku tíðindastovuni AFP, at moskurnar vóru fullar av fólki, sum vóru komin til ta vanligu fríggjadagsbønina, tá menninir lupu á við hondvápnum og granatum.

Sagt verður, at nakrir av álopsmonnunum vóru í sjálvmorðsvesti.

Fjølmiðlarnir skriva, at talan er um tvær moskur á Ahamdi-trúarbólkinum, sum sambært óheftum mannarættindafelagsskapum hevur verið fyri hóttanum og ágangi fyrr.