Tann ringasta arbeiðsósemjan, sum hevur verið í Suðurafrika síðani apartheid-tíðina, er nú endað, eftir at partarnir hava skrivað undir ein sáttmála, sum gevur námsarbeiðsmonnunum meiri løn.
Men ósemjan, sum byrjaði tíðliga í august, hevur verið dýr, tí umleið 50 fólk hava latið lív í samanbrestum milluim námsarbeiðsmenn og løgregluna. Harafturat hava umleið 15.000 námsarbeiðsmenn mist arbeiðið.
Umleið 80.000 námsarbeiðsmenn og 20.000 onnur hava verið við í kravinum um meiri løn og betri arbeiðsviðurskifti.
-Tað er av stórum týdningi, at vit hava fingið enda á verkfallinum - ikki bara fyri námsfeløgini, fakfeløgini og arbeiðsmenninar, men eisini fyri landsins búskap og tey sosialu viðurskiftini, sigur samráðingarleiðarin hjá námsfeløgunum, Elize Strydom, við fronsku tíðindastovuna AFP.