Blíðskapurin er óførur

Í alt summar hava teir tríggir útvarpsmenninir Elis Poulsen, Kári Sólstein og Øssur Egholm ferðast kring landið við sendingini Summarleiðin, sum flestallir føroyingar trúfastir hava lurtað eftir. Vit vóru við teimum, tá ið sent var av Toftum herfyri.

Øll kenna vit útvarpssendingina Summarleiðin, sum hevur verið í luftini seinnapartar í alt summar. Sendingin hevur verið bygd upp á tann hátt, at vitjað hevur verið í einari bygd í landinum í hvørjari sending, og so hevur sendingin snúð seg um lív og gerandisdagin í tí bygdini.
Summarleiðin hevur havt stóran áhuga millum føroyingar, og vertirnir siga eisini, at teir bara hava fingið positivar afturmeldingar frá lurtarunum.

Fólk eru opin
Hendan mikumorgunin, ið vit vitja Summarleiðina, hitta vit teir báðar Elis Poulsen og Kára Sólstein á einari skrivstovu í útvarpshúsinum í Sortudíki, har teir sita og fyrireika dagsins sending, sum verður send av Toftum. Nakrar avtalur eru enn ikki komnar upp á pláss, og so skal tekniski parturin eisini fyrireikast saman við teknikaranum, sum hendan dagin er Suni Selfoss.
Vit hava gjørt avtalu við útvarpsmenninar um, at vit kunnu fylgja teimum, meðan sendingin er í luftini. At sendingin verður av Toftum í dag, er ikki av tilvild, tí seinni á degnum verður landsdystur millum Føroyar og Kypros á Svangaskarði.
Tað er serliga Elis, sum tekur sær av at ringja til fólk í teimum ymsu bygdunum og fáa avtalur í lag. Makkarin hjá honum, Kári Sólstein, sigur, at Elis er ein sannur meistari til at tosa við fólk, og tað stendur ongantíð á at fáa avtalurnar upp á pláss.
- Elis hevur eitt ótrúligt fólkatekki, og av tí at hann dugir so væl at tosa við fólk, ber alt til, sigur Kári Sólstein.
Sjálvur er Elis tó skjótur at skoyta uppí, at fólk eru ógvuliga opin, og nú tey kenna sendingina og stílin í henni, so smæðast tey ikki fyri at siga ja til eitt lætt prát.

Gamalt hugskot
Hugskot um eina slíka sending sum Summarleiðina er gamalt, og tað var longu frammi, áðrenn Barometrið kom í luftina fyrstu ferð.
Elis Poulsen sigur, at málbólkurin, ið teir settu fyri Summarleiðina, var fólk úr 35 árum og eldri, men nú sending hevur verið í alt summar, kunnu teir staðfesta, at tað eru fólk í øllum aldursbólkum, ið lurta eftir sendingini.
- Vit hava fingið afturmeldingar frá fólki kring alt landið, og tað eru bæði ung og gomul, sum vit frætta frá, sigur Kári Sólstein.
- Vit eru eisini fegnir um, at við eini slíkari sending koma runt til alt landið, og tað er jú eisini málsetningurin hjá útvarpinum, at vit skulu røkka út kring alt landið, sigur Elis Poulsen.
Teir báðir siga, at teir hava lagt stóran dent á, at tónin í sendingini skal verða lættur og ikki alt ov álvarsligur, soleiðis at tað eisini verður lættari at lurta eftir.
Ein fastur táttur í sendingini er millum annað, at teir tosa við eitt umboð fyri bygdarráðið á staðnum, og vanliga er tað ikki bygdarráðsformaðurin, ið sleppur framat mikrofonini, men heldur formaðurin í teknisku nevnd ella okkurt tílíkt, greiða teir frá.

Nýggj útgerð ger sendingina møguliga
At tað soleiðis ber til dagligani at senda beinleiðis ymsastaðnis úr landinum, er ikki minst takkað verið einum nýggjum bussi, ið útvarpið hevur ognað sær.
Hesin bussur er á tremur við allari nýmótans tekniskari útgerð, og tað ber eisini til at senda beinleiðis úr bussinum sjálvum. Á sínum mongu ferðum kring landið í summar hevur Summarleiðin í flestu førum havt nýggja bussin við sær, og tað hevur gjørt tað munandi lættari hjá manningini á sendingini at senda til Føroya fólk, tí at hann er so væl útgjørdur.

Missiónshús og pappírsskurður
Tá ið tað er farið at nærkast døgurða henda mikudagin, vit vitja sendingina, er tíðin komin til at seta kós móti bygdini, har sendast skal frá.
Summarleiðin hevur fingið ein bil frá bilasøluni hjá Meinhard Arge, og í eyðkenda bilinum verða seinastu avtalurnar fingnar upp á pláss, meðan koyrt verður inn á Toftir.
Skráin fyri vitjanina á Toftum er fjølbroytt, tí vitjast skal bæði hjá listafólki, í missiónshúsinum og á Svangaskarði, har teknikk-bussurin kemur at standa, meðan sendingin er í luftini.
Manningin hendan dagin telur tríggjar útvarpsmenn, Elis Poulsen, Kára Sólstein og Øssur Egholm og tøkningin Suna Selfoss. Teir báðir Øssur og Suni halda til á Svangaskarði í teknikk-bussinum, meðan Elis og Kári ferðast runt í Tofta bygd og práta við fólk.
Vit fara í hølunum á teimum báðum reportarunum, og um tú skalt fylgja við teimum, ræður um at skunda sær.
Sent verður beinleiðis, og tí ræður um at verða klárur á staðnum við teimum fólkum, ið prátast skal við, tá ið farast skal í luftina.
Teir báðir reportararnir vitja eitt nú í snotuliga missiónshúsinum á Toftum, har teir millum annað hava sett einum parti av kórinum hjá missiónshúsinum stevnu. Kári Sólstein, sum tekur sær av tekniska partinum hjá teimum báðum reportarunum, skundar sær at rigga til, soleiðis at sangurin skal ljóða so væl sum gjørligt í útvarpinum.
So skjótt innslagið úr missiónshúsinum er liðugt, skunda teir báðir reportararnir sær út um, har formaðurin í teknisku nevnd í Nes Kommunu, Súni í Hjøllum, stendur og bíðar. Eitt stutt lag verður spælt millum innsløgini bæði, og tá ið lagið er liðugt verður tosað við Súna um gongdina í Tofta bygd.
Næsta avtalan hjá Elisi og Kára er at kalla í hinum endanum av bygdini, og nú hava teir av álvara skund fyri at náa fram á staðið, áðrenn teir skulu í luftina aftur. Koyrt verður við fullari ferð oman á Rætt, har teir skulu inn á gólvið hjá Hjalmari Olsen.
Hjalmar er gamal sjómaður, sum er upplagstur, og sum nú brúkar nógva tíð sum pensionistur við at skera ymsar myndir úr pappíri. Tað er ikki sørt, at teir báðir reportararnir eru hugtiknir av pappírsskurðinum hjá Hjalmar, og áðrenn leiðin seinni um dagin gongur aftur til Havnar, hevur Elis ognað sær eitt av verkunum hjá Hjalmari.
Klokkan er farin at nærkast fýra, og Summarleiðin av Toftum er við at nærkast endanum. Okkurt innslag er eftir, áðrenn øll manningin aftur savnast á Svangaskarði við bussin, men tað kennist á monnum, at nú er tað mest hektiska farið aftur um bak.

Ótrúligur blíðskapur
Útvarpsmenninir greiða frá, at allastaðnis har teir koma, er blíðskapurin óførur.
- Vit verða javnan bjóðaðir til kaffi og køkur, har vit vitja, og vit royna eftir besta førimuni at taka av tilboðunum, um vit hava møguleika fyri tí, sigur Elis Poulsen. Hann leggur afturat, at hetta ber illa til, meðan sendingin er í luftini, og tí verður mangan farið inn aftur á gólvið hjá fólki, tá ið sendingin er liðug at fáa sær ein kaffimunn.
Teir báðir greiða frá, at fólk eru ógvuliga hjálpsom, tá ið teir vitja í bygdunum, og tey fáa mangan hentar upplýsningar frá fólki um onkran í bygdini, sum kann verða áhugaverdur at práta við.
Summarleiðin hevur verið ógvuliga víða í summar, og tað er bert onkur hendinga útoyggj, ið enn ikki hevur havt vitjan av útvarpsmonnunum. Hvussu leingi sendingin fer at koyra afturat, var ikki heilt greitt, tá ið vit vitjaðu sendingina, men væntandi steðgar hon um hálvan september mánað.