Blái Krossur fegnast um hesa greiðu fráboðan frá Fólkaheilsuráðnum, sum samstundis slær fast, at eingin eigur at nýta rúsdrekka av heilsuávum.
Tað er ógvuliga týdningarmikið, at ein almennur stovnur kemur við eini slíkari fráboðan. Tað munnu vera mong ár síðani, at so greið boð eru komin frá almennari síðu, tá tað snýr seg um rúsdrekka.
Rúspolitisk mál
Eitt er tó boðskapurin, annað er at seta tiltøk í verk, sum eggja undir at hetta gerðst verðuleiki. Og tað er neyðugt. Vit í Bláa Krossi hava fyrr tilmælt, at vit í Føroyum eiga at seta okkum tað alkoholpolitiska mál, at miðalnýtslan skal vera 6 litrar í 2015.
Fyri at minka um rúsdrekkanýtsluna, eru nógv ymisk tiltøk, sum kunnu setast í verk. M.a.
at øll søla av rúsdrekka fer fram gjøgnum Rúsuna
at skipanin við skeinkiloyvum verður gjøgnumgingin og broytt
at ásetingarnar um lýsingar fyri rúsdrekka vera herdar og fylgdar
at allir partir samstarva um eitt munadygt fyribyrgingararbeiðið, soleiðis at ung útseta aldurin nær rúsdrekka verður roynt.
At almennu Føroyar stuðla aktivt upp undir málsetningin, m.a. við at útnevna 2012 til at vera ”Rúsavmarkningar-ár”.
Rúsdrekka er ikki sum ein og hvør onnur vøra. Tær persónligu, sosialu og samfelagsligu avleiðingarnar av rúsdrekkanýtslu eru grundleggjandi neiligar. Tí skal rúsdrekka heldur ikki viðfarast sum ein og hvør onnur vøra.