Mikukvøldið 1. desember kl 19.00 bjóðar Felagið Blóðgevi til móttøku fyri øllum áhugaðum.
Skráin verður soleiðis: Formaðurin bjóðar vælkomin, guitarbólkurin hjá Musikkskúlanum spælir, kaffi og gløgg verður at fáa, blóðgevarar og onnur áhugað verða víst runt í nýggja blóðbankanum á G0 í smáum bólkum og tey, ið hava áhuga at gerast blóðgevar, kunnu melda seg til.
Inngongdin er niðan fyri G bygningin við síðuna av kapellinum. Øll eru vælkomin.