Løgreglan í Íslandi hevur funnið blóð í Kia Rio bilinum, sum ein av grønlendsku manningini á Polar Nanoq leigaði og sum hevur verið settur í samband við hina 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttur.
Sambært íslendskum keldum skal blóðið vera av ungu gentuni, sum framvegis ikki er afturíafturkomin. Lagt verður tó aftrat, at enn vantar endaliga at fáa staðfest hetta við dna-kanning.
Tað var annars nokso tíðliga í kanningararbeiðnum, at íslendska løgreglan vildi vera við, at spor vóru funnin í nevnda bili, sum kundu bent á, at eitt brotsverk er framt.
Einar Guðberg Jónsson, løgreglufulltrúi, váttar, at blóð er funnið í bilinum, sum er sent á kanningarstovu til nærri greiningar.
Mett verður, at hetta kann gerast besta prógvið um, at Birna Brjánsdóttur hevur verið í umrødda bili, skriva www.visir.is í kvøld.