Tá vit hyggja at mótanum fyri vár/summar 09, slepst ikki uttanum bláu sminkuna. Hon er eitt mást. Fleiri av Hollywood stjørnunum hava longu tikið tráðin upp, og eru sæddar við bláari sminku.
Men tað er ikki bara sum at siga tað at nýta bláa sminku, tí tað er nevniliga ikki líkamikið, hvussu tú smyrt tær. Ein sterkt bláur litur dregur nógv uppmerksemi, og má tí vera perfekt smurdur.
Her eru sjey góð ráð bæði til hvussu tú skalt, og hvussu tú ikki skalt gera.
#1: Bláur eygnaskuggi klæðir ikki øllum. Vanliga verður sagt, at ljóshærdar, bláoygdar damur helst ikki skulu hava bláan eygnaskugga. Men í ár – eftirsum tað er so inn– ber tað til.
Minst bert til, at tú ikki skalt smyrja tær sama bláa lit sum eyguni hava. Eygnaskuggin skal bróta frá tínum eygnaliti, annars hvørva eyguni, og fólk leggja bara merki til smyrslið.
Heldur tú, at tað er ov nógv av tí góða við so eyðsýndari sminku, ber til at nýta ein bláan eyelinara ella eina bláa mascara ístaðin.
#2: Hvussu tú smyrt er altavgerandi. Nýt einans góðar penslar og blenda sminkuna væl inn í húðina, so eingir skarpir kantar eru at síggja. Tú kanst eisini spæla við ymsar bláar litir.
Royn at leggja ein myrkari bláan lit niður ímóti vippunum og so sterkari blátt longur úti.
Minst til, at tað nýtist ikki at vera elektriskt blátt fyri at rigga væl. Ein heilt ljósabláur tóni á eygnalokunum saman við einum skyggjandi highlitara undir eygnabrúnum kann fáa teg at síggja fantastiska út.
#3: Nýt tveir litir av bláum, ein myrkan og ein ljósan. Vel ein mildan, ljósabláan lit til alt eygnalokið – upp til eygnabeinið- og legg so ein myrkari bláan lit rundanum eygað sjálvt. Blenda altíð litirnar væl, tá tú nýtir tveir litir, so eingir skarpir kantar síggjast.
#4: Far ikki ov høgt upp. Myrkir litir gera eyguni smærri, og smyr tí aldrin sterkar litir omanfyri eygnabeinið.
#5: Lat tín svarta eyelinara liggja og royn ístaðin ein myrkabláan ella sterkt bláan eyelinara. Bláu litirnir geva eina heilt aðra effekt, og eru ikki so markantir og harðir, sum svarti liturin.
Eru eyguni reyð, hjálpir væl við bláum eyelinara, tí hann upphevjar reyða litin.
#6: Minst til, at tá tú smyrt eyguni blá, skal restin av sminkuni vera neutral. Hav bert ljóst, neutralt kinnareytt og minst til ALDRIN at smyrja varrarnar við sterkum liti, tá eyguni eru nógv smurd. Klárt lipgloss er eitt mást, tá tú hevur bláa sminku um eyguni.
#7: Tað er fullkomiliga bannað at smyrja sær eygnaskuggar í sama liti sum klæðini!