Bláar hosur

Ikki man tað vera, at fólkafloksfólk hava latið seg í bláar hosir, enn minni munnu tey flóta omaná ella reka við vindinum, eins og leiðarin í Dimmu vil vera við.

Nýggjársrøða løgmans var góð, hon var positiv og ynski løgmans um tryggleika fyri øll var ikki til at taka feil av.
Fólkaflokkurin skal nokk standa við sítt, tá rætta høvið býðst, verið ikki bangin fyri tí. At fólkaatkvøðan varð avlýst, er bara enn eitt dømi um ábyrgdarkenslu.
Sum eg havi nevnt í øðrum lesarabrøvum, eru 4 ár ongin tíð til so týdningarmikil og avgerandi mál. Vit skulu nokk náa tað. Men sameinast fyrst.
Eg havi fest meg við kommentarir í bløðunum frá andstøðutingmonnum, ið eru illa við av orðum løgmans, at í Føroyum hava vit ikki kriminalitet, ei heldur stættarmun. Tað hevði verið áhugavert at vita, um hesir møguliga kenna nakað samfelag, ríkt ella fátækt, vælferðarsamfelag ella ikki, uttan kriminalitet og stættarmun? Eg spyrji bara.
Hóast ynski um at skipa Føroyar á annan hátt, koma vit menniskju neyvan at skapa Paradísið her á jørð, ei heldur í Føroyum, vit kunnu í naiviteti droyma um tað, longur koma vit ikki.
Tá mín familja í mei`99 ættleiddi okkara næstu dóttir, kom leiðarin á barnaheiminum BalVikas, Bombay, sjálv við henni. Hon ynskti at koma til Føroyar, m.a. fyri at síggja, hvat tað var fyri umstøður, hon lat børn síni fara til.Og hon var sera nøgd, hon vitjaði fleiri av familjunum og hevði bert rós at bera. O.K. Rætt skal vera rætt, eg tordi ikki at siga henni, at okkara børn ikki sluppu inn á stovn beint eftir farloyvi; men tað er ein onnur søga.
Hon vitjaði barnagarð og vøggustovu og var positivt yvirraskað. Síðani spurdu vit hana, um hon hevði hug at vitja okkara barnaheim, tá kvakk hon við og spurdi: »Hava tit eitt barnaheim? Til hvat?«
Eg kom í dýrastu neyð, byrjaði at hugsa, at nú tók hon garanterað okkara dýrabaru døtur við sær aftur til India; men eg skundaði mær at svara, at eitthvørt vælferðarsamfelag eisini hevur trupulleikar at dragast við, sum vit ikki sleppa undan, hóast vit alla tíðina mugu stremba eftir, at halda teimum á einum so minimalum støði sum gjørligt.
Tí aftur til nýggjársrøðuna, hví í allari víðu verð skuldi løgmaður brúkt tíð upp á at staðfesta kriminalitet og stættarmun, halda tit veruliga, at hann ikki veit, at nakrir borgarar eru endaðir í tí vanlagnu, har kriminalitetur verður tikin í brúk sum neyðloysn, ella halda tit, at hann ikki veit, at fleiri stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman?
Víst veit hann tað, men at brúka hetta sum eitt slag av valagn, eins og tað sær út til at áðurnevndu skrivarar gera, tað er langt undir hansara støði.
So stutt kann tað sigast.
Vit fólkafloksfólk eru soleiðis samanskrúvað, at vit eru realistar um ein háls. Líka mikið, hvat fyri samgongu vit seta saman, so trúgvi eg ikki uppá, at tann dagur kemur, har vit øll sita lukkulig við eini ársløn upp á 220.000,00 krónur og ein Hawaii sodavatn í hondini.
Hví? Tí menniskjan ikki er so einføld skrúvað saman.
Annars segði løgmaður orðarætt: »SAMANBORIÐ VIÐ ONNUR LOND, hava vit ikki stættarmun og heldur ikki kriminalitet«. Og hann segði eisini, at EINGIN skal verða settur uttanfyri.Vit skulu støðugt stremba eftir, at tillaga samfelagið soleiðis, at ØLLUM verður unnt eitt virðiligt lív.
Kann tað sigast betur?
Samanumtikið vil eg, sum ein av íbúgvunum í Føroyum, bert siga løgmanni tøkk fyri eina røðu, ið gevur okkum vón, eina vón um, at SAMAN skulu vit nokk náa málinum, tí málinum, ið er og sum ger, at Føroyar skulu vera eitt trygt og gott land fyri okkum øll at búgva í.
Tryggleiki fyri øll, eisini tey, ið eru komin út í kriminalitet. Stættarmunin trúgvi eg tíanverri,at tað verður verri at gera enda á. Væl at merkja,um vit leggja tað sama í orðið stættarmunur.
Gott nýggjár øll somul
P.S. Eg havi ikki tosað við løgmann, tað eg sigi um hann stendur fyri egna rokning.