Eysturkommuna bjóðar nú útlendingum, sum eru búsitandi í kommununi, eitt ókeypis skeið, har útlendingar kunnu læra meira um føroyska samfelagið - og at skilja samfelagið betri.
- Skeiðini, sum eru seks í tali, eru ætlað borgarum, sum eru fluttir higar úr útlondum. Evnini fevna um føroyska málið, landafrøði, søgu og samtíð, familjuviðurskifti, rættindi og skyldur.
Eysturkommuna veit at siga, at skeiðini verða hildin í Leirvíkar skúla, og lagt verður fyri longu leygardagin, 14. november. Skeiðundirvísarar eru Rúni og Tórhild Bjarkhamar.
Neyvari kunning um ókeypis skeiðini fyri útlendingum í Eysturkommunu er á heimasíðuni hjá kommununi - www.eysturkommuna.fo |









