Nú ber aftur til at melda seg til heilsufótbólti í Klaksvík, tí skjótt byrjar heystskeiðið.
Venjingarnar verða mikukvøld klokkan 19 og fríggjamorgun klokkan 08.
- Aftur hesaferð verða tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum fara at standa á odda fyri venjingunum.
Í Klaksvík siga tey, at tilboðið er ætlað øllum, sum eru 60+ og øll, sum melda seg til, sleppa at luttaka.
Kostnaðurin fyri hvørt skeiðið er 300 krónur, og á heimasíðuni www.klaksvik.fo ber til at melda seg til heilsufótbóltin.
Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipað í tøttum samstarvi KÍ.
- Eitt skeið á 12 vikur var í vár, og næsta skeiðið verður frá 23. august til 10. november. Vant verður í Djúpumýru, verður lagt aftrat.