Bjarni í Selvindi, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spæld í kvøld útidyst móti Nærbø í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Tað gekk ikki væl hjá liðnum, men tað gekk sera væl hjá Bjarna.
Kristiansand tapti dystin 23-30. Í steðginum var føroyingaliðið aftanfyri 11-15.
Bjarni skoraði sjey mál, legði upp til fimm mál, og vann liðnum trý brotskøst. Hann var eisini kosin at vera besti leikarin hjá Kristiansand.
Tróndur Mikkelsen skoraði eitt mál, og legði upp til eitt mál. Helgi H. Hoydal er framvegis uttanfyri við skaða.
Stigatalvan sær ikki serliga hugalig út hjá Kristiansand, ið er næstaftast í deildini við bert fimm stigum fyri 12 dystir.
Komandi sunnudag tekur Kristiansand móti Haslum á heimavølli.











