Bjarni setti trý føroysk met

Hóast Bjarni Nielsen setti trý føroysk met, gjørdist hann ikki føroyameistari í powerlifting um vikuskiftið

Um vikuskiftið hevur FM í powerlifting verið, har føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, ikki setti færri enn trý føroysk met. Hann setti met í squatt, har hann lyfti 275 kilo, setti met í deadlift har hann lyfti 325 kilo, og setti met í tí sum hann lyfti samlað, sum tilsamans var 755 kilo.

 

Bjarni Nielsen hevur lagt nógv fyri at koma undir 125 kilo í vekt, soleiðis at hann luttók í 125 kilo vektklassanum, og tað var eisini har, ið Bjarni setti metini.

 

Men metini vóru ikki nóg mikið til at fara avstað við sigrinum sum FM-vinnari í powerlifting. Tað vann Oddur Højgaard, sum luttók í 125 kilo + vektklassanum. Hann vann við tilsamans 800 kilo’um.

 

Nummar trý gjørdist tann bara 18 ára gamli Ári Thorvaldsson.

 

Les meira um FM í powerlifting, umframt onnur ítróttartíðindi í Sosialinum, sum er komin í sølubúðirnar í dag. Sosialurin á netinum kann keypast á sos.fo.