Talan verður í hesum umfari um fýra nýggj grundstykkir á 625 fermetrar hvørt stykki.
- Nýggjur tilkomuvegur til útstykkingina verður vestan fyri snikkaravirkið Grant, og frá útstykkingini verður ein gøta til fríøkið miðskeiðis í bygdini.
Tað siga tey í Vága kommunu.
Tað er HMP Consult, sum hevur projekterað útstykkingina, og Grevstur og Planering v/ Eggaba Andreasen átti lægsta tilboðið at gera arbeiðið.
– Umframt útgrevstur, fevnir arbeiðið eitt nú um nýgerð av umleið 120 metrum av vegi, parkeringsplássum, grótlaðing, gerð av gøtu, uppsetan av ljósmastrum, asfaltarbeiði og øðrum.
Í Vága kommunu vita tey at siga, at tvey av grundstykkjunum longu eru umbiðin, og ein stendur á bíðilista til grundstykki.
Tað var Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum setti seg í maskinuna og loysti fyrsta flagið.
- Væntandi er, at alt arbeiðið í Vatnsoyrum fer at taka umleið sjey mánaðir, siga tey í Vága kommunu.