Bjarni hevði ikki væntað annað

- Tjóðveldisflokkurin vil bara halda grýtuni í kók, tí vilja tey nú hava fleiri kanningar av mær sigur Bjarni Djurhom, landsstýrismaður

Djurholm-kanningin
 
Tá ið Bjarni Djurholm uppundir vikuskiftið varð fríkendur í kanningini, sum løgmaður setti í verk av leikluti hansara mótvegis Framtaksgrunninum, kemur tað ikki óvart á høvuðspersónin sjálvan.
- Hatta var tað eg hevði væntað, tí eg var alla tíðina sannførdur um, at har var onki at koma eftir, sigur hann.
Hann sigur sostatt at hann er nøgdur við kanningina og hann hevur fult álit á kanningini. Og á ein hátt skilir hann ikki, at politikarar úr andstøðuni sáa iva um útslitið.
- Løgmaður hevur brúkt tey amboð, sum Løgtingiðð hevur givið honum at brúka og tí er tað løgið, at sama Løgting nú sáar iva um úrslitið.
Men hinvegin undrar tað ikki Bjarna Djurholm, at andstøðan sáar iva um kanningina.
- Tað var ikki annað væntandi. Hetta er politikkur og andstøðan ger, hvat hon kann, fyri at halda grýtuni í kók.  
Men hann heldur kortini ikki, at tað er heilt sakligt.
- Tað tíðarskeiðið, sum Tjóðveldisflokkurin nú vil hava kannað, er tað tíðarskeiðið, har eg sat í samgongu við Tjóðveldisflokkurin. Tá setti tjóðveldisflokkurin nærgangandi spurningar í Løgtinginum og tað varð avgreitt í løgtinginum og meiri hoyrdist ikki.
- Ongin hevur havt hesar viðmerkingar, fyrrenn nú Tjóðveldisflokkurin er í andstøðu og tí kann hetta ikki takast sum annað enn eftir-rationaliseringar.
- Tað er løgið, at tað skal vera so umráðandi hjá Tjóðveldisflokkinum at seta kanningar í verk, tá ið teir onki gjørdi ta tíðina, teir sótu í samgonguni.
Annars hevur Bjarni Djurholm ongar viðmerkingar til, at Tjóðveldisflokkurin nú ætlar at fáa Landsstýrismálanevndina at kanna málið.
- Løgtingið ger, sum Løgtingið vil.
Men í sambandi við Framtaksgrunnin, hevur eisini ein annar spurningur tikið seg upp og tað er spurningurin um leiklutin hjá nevndini fyri Framtraksgrunnin.
Tað hevur verið framm, at Framtaksgrunnurin fekk ikki meiri enn gott helmingin fyri Fiskavirking og Fiskasøluna, sum hann kundi fingið, tók hann av tilboðum hann áður fekk upp á fyritøkurnar.
Tí hava røddir verið frammi um at biðja Selskabsstyrelsen kanna embætisførsluna hjá nevndini fyri Framtaksgrunnin við atliti til, at grunnurin kanska hevur søplað eina stóram milliónaupphædd burtur.
- Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.