Skipið sigldi í mong ár á rutuni millum Keypmannahavn og Tórshavn, umframt at tað eisini onkuntíð sigldi til Íslands og Grønlands. Dronning Alexandrine var best kend undir navninium Drotningin í Føroyum. Tá Drotningin gavst at sigla í 1965, varð skipið upphøgt í Hamburg.
Bjarne Åkesson Filholm hevur áður skrivað bøkur um føroysk skip sum t.d.bøkurnar “Tjaldur", "Fire skibe med navnet Tjaldur" og "Norsøens Hurtigløbere".
Í sambandi við at hann skrivar um m/s "Dronning Alexandrine" ynskir hann at koma í samband við fólk sum eiga myndir av skipinum ella annað tilfar. Eisini er hann áhugaður í onkrum søgum, kanska skemtisøgum, sum hava við Drotningina at gera. Áhugaði eru vælkomin at venda sær til: Bjarni Åkesson Filholm, Virkelyst 45, DK-9800, Hjørring, tel. 98 92 04 18.
e-mail: bjarni@filholm.dk










