Løgtingsmaðurin Bjarni Djurholm boðaði fyri løtu síðani av tingsins røðarapalli frá, at hann nú gevst í politikki.
Bjarni Djurholm varð fyrstu ferð valdur á ting í 1994 fyri Fólkaflokkinum. Men tá samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin í 1991 tók hann sæti sum varamaður. Tann samgongan slitnaði tvey ár seinni, so tá misti hann sæti aftur á tingi. Men á valinum í 1994 varð hann valdur. Og hann varð afturvaldur í 1998, 2002 og 2004, men hann fall á valinum í 2008. Hann varð afturvaldur í 2011.
Bjarni Djurholm var landsstýrismaður frá 2000 - 2008.
Bjarni Djurholm, sum er føddur í 1957, er útbúgving fólkaskúlalærari í 1982 og starvast sum varaskúlastjóri í Eysturskúlanum í Havn.