Bjarni Djurholm:Eg havi onki skeivt gjørt

Bjarni Djurholm heldur ikki at hann hevur gjørt nakað skeivt og hann heldur ikki, at hann er lopin í ryggin á Atlantsflogi

- Eg havi ikki gjørt nakað skeivt.
 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, vísir púra avgjørdur skuldsetingum frá tjóðveldisflokkinum, aftur.
Sum landsstýrismaður í vinnumálum er Bjarni Djurholm umboð fyri partaeigaran í Atlantsflogi, sum er landskassin og sostatt Føroya Fólk.
Og tað er lopin nógvum fyri bróstið, at hann hevur alment sagt, at hann hevur heitt á almennu umsitingina um at brúka Faroe Jet.
Í Sosialinum í gjár helt nevndarformaðurin í Atlantsflogi, at tað tóktist løgið, at partaeigarin í einum felag heitti á sítt bakland um at brúka kappingarneytan.
Og hetta er eisini fallin tjóðveldisfólki fyri bróstið, tí í Løgtinginum í gjár vildu tey hava løgmann at svara um hann helt, at Bjarni Djurholm umsat sítt málsøkið á fullgóðan hátt og røkti sínar skyldur eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna.
Men Bjarni Djurholm heldur fast við, at hann hevur onki skeivt gjørt og hann heldur ikki, at hann er lopin í bakið á Atlantsflogi.
- Tað einasta, eg gjørdi var, at gera landsstýrið vart við, at vit hava tvey feløg og har tað var ein fyrimunur at brúka Faroe Jet, eiga vit ikki at velja tað frá.
- Tað er óvanligt, taka slíkt fram á landsstýrisfundi, men tað gjørdi eg og vísti til eitt skriv, sum Faroe Jet hevði sent.
Hann sigur, at hansara sjónarmið er, at tá ið tað almenna keypir tænastur, har fleiri kappast um at veita, eigur tað almenna at velja tað loysnina, sum tænir okkum best í prísi og annars og tað gjørdi hann vart við.
- Vit eiga ikki at missa kappingina burtur við bara at brúka ein veitara mestsum automatiskt og har tað er ein fíggjarligur fyrimunur at brúka ein ávísan veitara, eiga vit at brúka hann.
Men eigur tú, sum partaeigari í Atlantsflogi ikki at heita á almennu umsitingina um at brúka títt egna felag?  
- Nei, tað eigi eg ikki. Vit eiga eisini Føroya Tele, men samskiftið hava vit í Vinnumálaráðnum eisini boðið út og hava tikið av einum tilboðið frá Kalli.
Bjarni Djurholm sigur, at hetta málið er í tveimum.
- Vit eiga altíð at brúka skattgjaldarans pengar so skilagott sum gjørligt og tí áliggur tað okkum at brúka teir bíligastu veitararnar. Men vit halda eisini, at kapping er góð og tí eiga vit heldur ikki at taka grundarlagið undan kappingini við bara at brúka ein veitara av sær sjálvum. Sostatt eiga vit at brúka tann bíligara veitaran og í hesum sambandi merkir tað, at vit eiga at leggja okkum í geyma, at tað eru tvey flogfeløg.
Annars gjørdi tjóðveldisflokkurin nógv burturúr málinum í gjár og helt, at Bjarni Djurholm hevði lagt seg beinleiðis út í kappingina á loftmarknaðinum og royndi at minka um inntøkugrundarlagið hjá almenna felagnum, sum hann sjálvur varðar av.
Løgmaður dugdi ikki at síggja nakran trupulleika, tí tað einasta Bjarni Djurholm hevur gjørt, er at minna á, at tað eru tvey flogfeløg og at vit ikki eiga at velja tað felagið frá, sum hevur bestu treytirnar og tað hann ikki vera eitt órímiligt sjónarmið.
 
 Seinasta samgonga útihýsti Maersk
 Tá ið Løgtingið týsdagin viðgjørdi leiklutin hjá Bjarna Djurholm í spurninginum um Faroe Jet og Atlantsflog vísti Jenis av Rana úr Miðflokkinum á, at tað, sum landsstýrismaðurin nú hevði gjørt, var fyri so vítt nýtt.
Tí hevur Bjarni Djurholm lagt seg seg út í hesi viðurskifti nú, gjørdi Tjóðveldisflokkurin tað eisini í undanfarnu samgongu.
Jenis av Rana vísti nevniliga á, at undanfarna samgonga hevði sanniliga tikið tað eina flogfelagið á Føroya rutuni framum hitt.
Miðflokkurin var í samgongu við Tjóðveldisflokkinum í undanfarnu samgongu og  Jenis av Rana vísti á, at undanfarna samgongu tók 100% Atlantsflog framum hitt flogfelagið.
Tað var enntá frammi á Landsstýrisfundi í seinastu samgongu um at gera avtalu við Maersk um at flyta sjúklingar, men tað kundi ikki koma upp á tal, tí tann flutningurin átti ein part av lívinum í Atlantsflogi, segði Jenis av Rana.
Bill Justinussen, sum var landsstýrismaður í teirri samgonguni, váttar, at hann hevði tað frammi á landsstýrisfundi um at samráðast við Maersk um sjúklingaflutning í eini roynd at fáa prísin niður, men tað fekk hann ikki politiska undirtøku fyri.
Í teirri samgonguni var boðskapurin, at tann flutningin skuldi almenna føroyska flogfelagið hava.
Hann vísir á, at Almanna- og heilsumálaráðið sendir eini 1500 sjúklingar og 1000 fylgjarar av landinum um árið uttanlands við flogfarið í sjúkraørindum. Talan er sostatt um 2500 fólk um árið ella næstan sjey fólk hvønn einasta dag í árini. Tí er talan um rættiliga nógvan flutning og tann flutningin var undanfarna samgonga við tjóðveldisflokkinum, fólkaflokkinum, Miðflokkinum og sjálvstýrisflokkinum samd um at útihýsa annað flogfelagi á Føroya rutuni frá, tí tann flutningin skuldi føroyska felagið hava.