Bjargingin skal feirast við einum góðum búffi

(Ljóðsamrøða frá Rás2) TB-venjarin hevur rokkið teimum 26 stigunum hann setti sum mál, og tað skal feirast komandi sunnudag

Áðrenn hvønn dyst hjá TB í effodeildini hevur tað verið fastur siður, at hópurin hevur etið høsnarunga áðrenn ein dyst, og tað er ein vælkend standardmáltíð hjá ítróttarfólki. Men nú TB hevur matematiskt bjargað sær eitt pláss í effodeildini komandi ár við einum 3-2 sigri á ÍF í Trongisvági,  verður tað ikki høsnarungi, sum verður á menu´ini til næsta dyst. Høvuðsvenjarin hjá TB, Sigfríður S. Skaale fer at innfría eitt lyftið um, at TB-hópurin fara at eta búff á matstovuni "Angus" í Havn áðrenn teir fara norð til Gøtu at spæla ímóti Víkingi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Sigfríð S. Clementsen aftaná 3-2 heimasigurin hjá TB ímóti ÍF.

 

Sigfríður S. Clementsen heldur, at TB var greitt tað betra liðið í fyrra hálvleiki, tá TB var á odda 2-0. Tó var ÍF heldur betur í seinna hálvleiki, tá teir javnaðu til 2-2, men lukkutíð fyri TB eydnaðist tað Pól Ingasyni at skora sigursmálið fyri heimaliðið beint undan dystarloki.