Bjargingarroyndin í Thailandi sett á pausu

Tað gekk skjótari enn væntað at fáa fyrstu fýra dreingirnar í hellunum í Thailandi út í øllum góðum, men síðani er bjargingarroyndin sett á pausu. Hóast tað gekk betri enn væntað í fyrstu atløgu, so ber ikki til at halda fram við arbeiðnum, har 18 profesionellir kavarar standa klárir at føra dreingirnar út hellunum.

 

Les eisini fakta um bjargingarroyndina og seinastu 15 dagarnar

 

Hetta tí, at fyri at fáa fyrstu fýra dreigirnar eru, varð øll luft goymslan nýtt, og nú skal tað fyllast aftur, áðrenn seinastu átta dreingirnir og venjari teirra sleppur út. Tað kann taka millum 10 og 20 tímar at fulla iltgoymslurnar.

 

 

Sambært DR verður bjargingarroyndin tikin uppaftur klokkan 8 lokalatíð í morgin. Tað er klokkan 2 føroyska tíð í nátt.