Bjargingarfeløgini á Seglloftinum

Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini skipar fyri fundi um bjargingararbeiði á Seglloftinum á Tvøroyri leygarkvøldið kl 19 Í samband við fundin verður høvi at hoyra um bjargingarbátin ?Lív?. Jens Hansen umsjónarmaður á Lív greiðir frá bátinum og royndum við honum.

Jacob Vestergaard landsstýrismaður kemur at greiða frá tilbúgving í framtíðini.

Eisini verður greitt frá søguni hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag eins og Viberg Sørensen skipari fer at tosa um hjálp til skip og bátar, tá á stendur.

Við tað at støða skjótt skal takast til nær næsti bjargingarbáturin skal umbiðast og byggjast, vónar leiðslan at fólk, ið skulu manna bátin, tað verið seg skiparar, stýrimenn, maskinfólk og onnur, møta upp og fáa innlit í hvussu fyrsti báturin roynist.

Fundurin verður leygarkvøldið og byrjar klokkan 19. Øll við áhuga fyri bjargingararbeiði kunnu møta.