Bjargingarfólk í Hvalba fingu frið í nátt

Ongin fekk fatur á bjargingarfólkunum í Hvalba í nátt - men tað var ikki teirra skyld

Beint ímóti tí, øll høvdu væntað, fekk bjargingarliðið í Hvalba púra frið í nátt.

Streymurin fór mitt í nátt og tað er eftir øllum at døma tiltaksskipanin í Hvalba ikki nóg góð. Tí mistu hvalbingar eisini fartelefonsambandið.

 

- Alarmsentralurin hevur eisini ein lista við heimatelefonunum, men av onkrari orsøk er tann listin ikki komin í rættar hendur.

 

Claus Olsen, formaður í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sigur, at sostatt fekk ongin fatur á bjargingarfólkunum í Hvalba.

 

Hann heldur, at hetta er ómetaliga óheppið, og hann sigur, at stig eru nú tikin til, at eitt slíkt mistak ikki hendur aftur.

 

Tí er listin við heimatelefonum eisini sendur øllum avvarðandi pørtum, so at tey altíð hava hann liggjandi.

 

Annars verður sagt úr Hvalba, at eitt skifti var av allarmesta vindi summastaðni í bygdini. Tað hava eisini verið onkrir skaðar í Hvalba og í morgun hevur bjargingarliðið verið til verka.

 

Ein stór garasjuhurð er farin, okkurt tak er eisini farið og onkur ryggás. Onkrir bilar hava eisini fingið skaða av lutum, sum fuku í vindinum.