Bjargingarbátarnir Lív, Sverri og Vón eru lagdir

Teir vera standandi á landi, inntil greiða er fingin á tryggingarviðurskiftunum hjá bjargingarfólkunum, sigur Heini Eysturoy.

Seinasta mánaðin hevur bjargingarbáturin Rescue LÍV staðið inni í høllini hjá skipasmiðjuni MEST, har manningin hevur gjørt árligt viðlíkahaldsarbeiði á bátin.

 

Mánadagin var arbeiðið liðugt, og báturin er nú fluttur úr høllini.

 

Vónin var, at báturin fór at verða settur aftur á sjógv, og at hann alt fyri eitt fór at verða partur av føroysku tilbúgvingini, men av tí, at tryggingarviðurskiftini hjá sjálvbodnu, óløntu manningini ikki eru nøktandi, hava Landsfelagið fyri føroysku bjargingarfeløgini, LFB og Havnar Bjargingarfelag, sum hevur Rescue LÍV um hendi, í felag gjørt av, at Rescue LÍV fyribils verður standandi á landi, til greiði er fingin á tryggingarviðurskiftunum hjá sjálvbodna partinum av føroysku tilbúgvingini.

- Manningin á Rescue LÍV er sera hørm um støðuna, tí tey brenna eftir at sleppa aftur til verka og vera við til at økja um trygdina á sjónum, men vit kunnu ikki heita á sjálvboðin at fara frá sínum arbeiði at hjálpa øðrum, so leingi tryggingarviðurskiftini ikki eru nøktandi, sigur Heini Eysturoy, formaður í Havnar Bjargingarfelag.

 

Hinir bjargingarbátarnir, sum LFB eisini varðar av, Sverri í Vágum og Vón á Eiði, eru eisini lagdir, til tryggingarviðurskiftini eru komin í rættlag. Virksemið á landi hjá føroysku bjargingarfeløgunum er eisini lagt stilt, til greiði er fingin á tryggingarviðurskiftunum.