Eystari Landsrættur viðgjørdi í hesi vikuni eina kæru frá einum manni, sum í Føroya rætti var dømdur fyri harðskap móti einum øðrum umborð á einum fiskifari.
Ákærdi hevði givið hinum manninum eitt slag við knýttum neva, umframt at hann seinni sama dag hevði hótt viðkomandi í messuni.
- Hatta gert tú ikki aftur. Eg skal koma eftir tær, tá eg komi í land. Eg skal knúsa teg sundur. Eg havi aldrin brotið eitt lyfti, varð maðurin dømdur fyri at siga í Føroya rætti.
Føroya Rætttur dømdi mannin 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing.
Les eisini Harðskapur umborð á skipi
Málið var fyri í Eystara Landsrætti týsdagin. Umframt ákærda, vóru fýra vitni innkallaði til rættarfundin.
Vitnini greiddu frá at hendingin fór fram sama kvøld, sum teir høvdu mynstrað við skipinum. Ákærdi hevði eina kenning longu tá hann kom umborð, men av tí at teir mynstraðu við midnátt, vóru teir nakrir, ið hildu áfram at drekka út á náttina í eini kahúttuni.
Ákærdi og ein annar sita og royna kreftir, meðan aðrir hyggja at. Ákærdi er eyðsæð sterkari, tí sambært vitnum fór hin at vena seg í pínu. Tá hildu hinir, at nú var leikurin farin ov langt, og tíð var at gevast.
Tá er tað, at tað kemur til ilnar millum ákærda og órættaða. Órættaði sigur, at hann brádliga føldi seg innilokaðan, at ákærdi forðaði honum at sleppa út, og at hann tí kendi seg noyddan at leggja hin í dúrkið, fyri at sleppa framvið. Tá loypir ákærdi upp og gevur honum nevan. Órættaði sleppur sær til rýmingar, meðan ákærdi rennur aftan á. Meiri hendir tó ikki, fyrr enn teir hittast í messuni nakrar tímar seinni. Tá er tað, at ákærdi, enn uppøstur, hóttir órættaða.
Í Føroya rætti metti dómarin, at frágreiðingarnar frá vitnunum vóru álitandi og samanhangandi og vístu, at ákærdi hevði verið aggressivi parturin í málinum. Tí valdi dómarin at revsa hann við 50 daga fongsulsrevsing. Ákærin bað Eystara Landsrætt um at staðfesta dómin.
Verjin metti hinvegin, at Føroya Rættur í ov lítlan mun hevði tikið atlit til, at tað var órættaði, sum byrjaði, tá hann legði ákærda í dúrkið. Ákærdi vildi eisini vera við, at órættaði hevði sparkað ella sett fótin á seg.
Skiparin sjálvur metti ikki, at málið hevði stórvegis upp á seg, og helt áfram út á fiskileið, hóast hann varð kunnaður um hendingina. Hann helt, at tílíkt máttu vaksnir menn kunna loysa sín ámillum.
Eystari Landsrættur vísti seg í stóran mun at vera samdan við verjanum. Landsrætturin dømdi framvegis mannin, bæði fyri slagið og fyri hóttanina, men við tí fyrivarni, at slagið var ein reaktión eftir provokatión og at hóttanin ikki var so grov, sum tað, hann var dømdur fyri.
Landrætturin valdi tí at døma mannin ein treytaðan dóm í eitt ár, tó uttan at áseta nakra revsing. Tað merkir, at maðurin ikki skal revsast fyri hesar hendingarnar, uttan so, at hann ger okkurt annað revsivert í eitt ár frá dóminum í Føroya rætti. Ikki fyrr enn tá, skal rætturin taka støðu til, hvussu hørð revsingin fyri hesi lógarbrotini skal vera.