Saman við familjuni er B36-liðskiparin, Jákup á Borg, í hesum døgum á Cap Verde, har tey taka sær av løttum.
Í dag var tó eisini meira álvari á ferðini, tí Jákup kom í fokus, tá hann bjargaði einum manni, sum var komin illa fyri.
Við Kringvarpið segði Jákup, at hetta kom rættiliga óvart á hann.
- Vit høvdu sjálvi spælt okkum á strondini, men seinni sótu vit og hugnaðu okkum, meðan vit mest sum flentu eftir teimum, sum komu í neyð av stóru aldunum, sum skolaðu á strondina.
- Brádliga rópar sonurin á meg um, at ein maður kom illa fyri, men eg gav hesum ikki veruliga ans. Síðani rópti konan eftir mær, og tá sá eg, at ein maður fyrst datt illa, áðrenn hann lívleysur varð tikin úteftir.
- Tað er helst ymiskt, hvussu fólk reagera, men eg leyp so út. Tað eydnaðist at venda manninum, sum var rættiliga stórur, og so við og við komu onnur eisini at hjálpa, so vit fingu hann inn til strondina. Tíbetur fekk hann vitið sjálvur, tí eg dugi ikki serliga væl fyrstuhjálp. Og tað var helst meira enn heppið, tí vit fingu seinni at vita, at ryggurin á honum var farin somikið illa, at hann helst ikki hevði tolt, um vit royndu at geva honum fyrstuhjálp, segði Jákup á Borg við Kringvarpið í kvøld.
Maðurin er nú á sjúkrahúsi. Ætlanin var at flúgva hann til Svøríkis, men hetta verður ikki gjørt, tí mett verður ikki, at sviin er nóg væl fyri í løtuni.