Bjargaðu kúlubøkukálvi

Menn á brimbretti og starvsfólk hjá sjódjórasavninum Seaworld hava bjargað einum kúlubøkukálvi, sum hevði svomið seg upp á sandin á Gold Coast í Avstralia. Tað var kortini ikki so lætt at bjarga kálvinum. Fyrst gróv ein gravimaskina eina rennu oman ímóti sjóvarmálanum, og ígjøgnum hana bleiv kálvurin so drigin oman og útfrá. Bjargingararbeiðið tók 12 tímar.

Frammanundan høvdu serfrøðingar hjá sjódjórasavninum kannað hvalin, og teir vóru ikki í iva um, at hann fór at koma fyri seg, um hann slapp leysur av landi. Hetta vísti seg eisini at vera so, tí hann var skjótur til havs, tá hann var komin út frá sandinum.

Serfrøðingarnir hjá Seaworld søgdu við fjølmiðlarnar, at hóast mamman ikki var at síggja, kundu hon og kálvurin bæði samskifta langan veg, og at tey uttan iva vistu av hvør øðrum.