Trolarin slapp ikki av aftur við egnari megi, tí ein klettur var komin upp gjøgnum skrokkin, og sendi hann tí út neyðarkall. Sum sjófartstjóð hava vit nátt sum dag, tøka hjálp til slíkar neyðstøður. Hóast veðurmenninir spáddu illveður tók bjargingarstøðin ta djørvu avgerð at senda hjálp í stundini, og skjótt vóru hjálparskip og tyrlur á vanlukkustaðnum. Rætt var avrátt og varð manningin bjargað í øllum góðum. Gud havi lov fyri tað.
Ikki minnir hendingin sørt um stríðið í Runsival, tá Gud steðgaði sólini til at hjálpa teimum kristnu til sigurs. Veðurfrøðingarnir spáddu illveður, men tað gjørdist slíkt dýrdarveður at russarnir kundu spáka sær turrskøddir yvir á bjargingarflotan og verða fluttir til Havnar í øllum góðum.
At trolarin seinni fór til botns við nøkrum litrum av olju umborð, var harmuligt, men tað týdningarmesta í hesum sambandi er at einki mannalív fór til spillis. Tað eiga Gud og MRCC-støðin allan heiðurin av.