Bjørn Kalsø klagaður

Starvsfólkini á MRCC og Tórshavn Radio hava sent landsstýrismálanevndini klagu um landsstýrismannin í fiskivinnumálum Starvsfólkini á MRCC og Tórshavn Radio eru sera hørm um, at leiðarin á Tilbúgvingarstovninum, Anni á Hædd, hevur sagt upp. Tey vilja vera við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kroysti hana frá, og nú hava tey klagað Bjørn Kalsø fyri landsstýrismálanevndini, skrivar Dimmalætting.

-Sum landsstýrismaður er Bjørn Kalsø ovasti embætismaður fyri tilbúgvingina. Tað er hann, sum skal vera verji fyri stovnin, tá á stendur. Tí kann tað ikki vera rætt, at hann ímóti allari ráðgeving knúsar ein stovn, sum hann hevur ovastu ábyrgd av, skriva starvsfólkini í brævinum til landsstýrismálanevndina.

Í brævinum, sum sambært starvsfólkunum er eitt neyðarróp, skriva tey millum annað, at í løtuni hava MRCC og Tórshavn Radio onga kvalifiseraða leiðslu, tí varaleiðarin hevur ongar royndir innan leiting og bjarging.