Bjørn Kalsø, sum umsitir Kringvarp Føroya í landsstýrinum, gav eingi lyfti í Degi & Viku í kvøld um, at politiski myndugleikin fer at koma kringvarpinum til hjálpar fíggjarliga, so sleppast kann undan uppsagnum á stovninum.
Hann vísti á, at Kringvarp Føroya er ein sjálvstøðugur almennur stovnur, har í fyrsta lagi stýrið og dagliga leiðslan hava ábyrgdina av, at stovnurin fíggjarliga hongur saman.
- Tað er í fyrsta lagi kringvarpsgjaldinum, ið stovnurin skal rekast við, og síðan koma lýsingarinntøkur og inntøkur av spølum.
Landsstýrismaðurin vísti til lógarkarmin kring Kringvarp Føroya og fíggjarstøðu landsins, har fleiri stovnar kundu hugsað sær størri fíggjarligt rásarúm.
Bjørn Kalsø metti ikki, at fíggjarliga gongdin fer at fáa nakrar avleiðingar fyri kringvarpsstýrið í fyrstu syfti.
Myndin av landsstýrismanninum er úr Degi & Viku í kvøld.