Bjørn fekk um skrúvuna

Brimil sleipaði trolbátin á Havnina

Um eitt tíðina sunnunáttina fekk MRCC boð um, at Brimil var farin út eftir trolbátinum Bjørn, sum hevði fingið um skrúvuna.

Bjørn hevði sjálvur boðað Brimli frá umvegis teldupost, sum teir ofta gera, tá okkurt er áfatt, sum ikki er so átroðkandi, sigur MRCC.

Brimil sleipaði Bjørn til Havnar, har ein av loðsbátunum hjá skipasmiðjuni tók yvir og legði Bjørn at við ískeiina.