Bjørg Mohr Anderssen á Hafnia

Listaframsýning:


Bjørg Mohr Anderssen hevur listaframsýning í  Receptiónini á Hotel Hafnia frá 1. til 28. februar.
 
Talan er um 10 akrylmálningar. Myndirnar eru ymiskar í stødd frá heilt stórum (90x120) til ordiliga lítlar (10x10).
 
Stílurin er tann sami, sum Bjørg hevur arbeitt við leingi - tann reyði liturin, sum fer næstan heilt yvir í svart við nóvum kontrastum. 
 
Ein av hennara málningum var jólakort hjá Løgmansskrivstovuni í 2006.
 
 
Meira er at sggja á:  www.myspace.com/bjorg_mohr_anderssen