Jess Svane, sum er borgarstjóri í grønlendsku kommununi Qaasuitsup vil hava landspolitikararnar at játta pengar til húsabjálving. Hann sigur, at grønlendska útlátið av CO2 kann skerjast munandi, um hús og íbúðir verða bjálvað betur, og at øll nýggj hús verða munandi betur bjálvað enn tey verandi.
Men fíggjarliga er hetta ein so stór uppgáva, at kommunurnar megna ikki at lyfta hana, sigur Jess Svane.
Borgarstjórin í Qaasuitsup fýlist á, at Landstingið hevur ikki sett pengar á fíggjarlógina til bjálving.