Bjóði meg fram fyri at seta treytir

– Var eg ikki á listanum, so var eingin kvinna á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini og einasta kvinnuliga valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Hon sigur, at hon hevur fingið nógvar spurningar og viðmerkingar um ógvusligu og ótíðarhóskandi ójavnstøðuna á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum við valevnum til Fólkatingsvalið.

– Onkur hava spurt, um eg ikki átti at at hildið meg langt burturi frá einum slíkum, í mun til javnstøðuna, ótíðarhóskandi lista. Men um eg valdi at siga nei, hevði úrslitið allarhelst verið, at eingin kvinna var á listanum, og so var einki vunnið. Økt javnstøða í føroyska samfelagnum, og tí eisini í politikki er og hevur altíð verið eitt av mínum hjartamálum, sigur Kristianna Winther Poulsen.

Hon sigur, at hon eisini er spurd, um ikki júst hon av øllum átti at sett sum treyt greiða kravið hjá Demokratiu um kynsjavnvág á flokslistanum.

– Eg bjóði meg fram júst fyri at koma í ta støðuna, at eg kann seta slíkar og aðrar, líknandi treytir. Og tað gerst allarbest innanfyri. Sjálvandi bjóði eg meg fram fyri Sjálvstýrisflokkin, eisini til Fólkatingsvalið. Eg hevði tó ynskt, at fleiri av hinum kvinnunum í Sjálvstýrisflokkinum valdu at gera tað sama, sigur Kristianna Winther Poulsen.