Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vitjar í løtuni í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík.
Hetta er bæði í samband við vitjan hjá Føroya Kommunufelag og í sambandi við íslendsku mentanarnáttina. Í hesum sambandi setir Heðin Mortensen eitt stórt tiltak á Sendistovu Føroya leygardagin.
Í dag hevur borgarstjórin vitjað á Bessastøðum, har hann hevur hitt nýliga setta íslendska forsetan, Guðni Jóhannesson.
Undir eini hugnaløtu var tosað um samskifti, um ídnað, um vinnu sum heild - serliga ferðafólkavinnu og um samskiftið annars millum høvuðsstaðarnar, sum er avbera gott.
Guðni Jóhannesson hevur vitjað í Føroyum áður og ætlar sær aftur til Føroya. Heðin Mortensen segði eftir fundin, at hann í hesum sambandi hevur boðið forsetanum vælkomnum at vitja í Havnini.
Við á ferðini eru eisini Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, og Jákup Simonsen, deildarleiðari.
Tað veit Tórshavnar kommuna at siga í kvøld.










