Bjóða øllum at siga sína hugsan um mannarættindi í Føroyum

Klokkan 19.30 í annaðkvøld, mikukvøldið, verður almennur fundur í Miðlahúsinum, har Uttanríkisráðið bjóðar øllum borgarum og áhugabólkum, at siga sína hugsan um mannarættindi í Føroyum. Tað er Uttanríkisráðið, sum skipar fundinum í samstarvi við danska uttanríkisráðið.

Hetta er ein hoyring, sum verður hildin, tí at nú skal støðan viðvíkjandi mannarættindunum í Føroyum eftirmetast í ST Mannarættindaráðnum saman við Danmark og Grønlandi.

- Endamálið við eftirmetingini er at tryggja, at londini halda mannarættindini í lóg og í verki. Í hesum sambandi skal danska stjórnin saman við grønlendska og føroyska landsstýrinum skriva ST eina frágreiðing, ið lýsir støðuna viðvíkjandi mannarættindum, sigur Uttanríkisráðið.

Tað verður Jørgen Niclasen, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum setur almennu hoyringina í Miðlahúsinum í annaðkvøld. Somuleiðis fara umboð úr danska Uttanríkisráðnum at greiða og síðani fer umboð fyri Uttanríkisráðið fer at greiða frá, hvussu føroyski parturin av frágreiðingini er skipaður.

Aftan á fær fundarfólkið høvi at siga sína hugsan mannarættindini í Føroyum og um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman.

- Tað, sum fundarfólkið førir fram undir hoyringini, verður nýtt sum íkast til føroyska partin av frágreiðingini, ið verður latin ST, sigur Uttanríkisráðið.