Á várdøgum, sum verða í Skopun frá fríggjadegnum, 26. apríl til sunnudagin 28. apríl, verður nógv ymiskt og forvitnisligt á skránni, bæði til børn og vaksin.
Føroya Grótvirki í Skopun er eisini partur av skránni fyri várdagar. Longu seinnapartin fríggjadagin 26. apríl verða hurðarnar á virkinum latnar upp til ókeypis kaffi og nýbakaðar vaflur.
Men, hetta verður ikki tað einasta, sum Føroya Grótvirki bjóðar á várdøgum.
Leygardagin 27. apríl fer virkið aftur at hava opið hús, og tá fer slaktarin í FK í Hoyvík at grilla ræst lambs-og kálvakjøt, har kálvakjøtið kemur av Útistovugarðinum á Trøllanesi.
- Tiltakið verður frá klokkan 16 til 19, og tá eru øll hjartaliga vælkomin á gátt til ókeypis føroyskt ræst kjøt, siga brøðurnir, Heini og Høgni Tausen, sum eiga og reka Føroya Grótvirki.











