Bjóða Føroya størsta skúla út í summar

Tað gongur so mikið væl áleiðis at fyrireika nýggja skúladepilin í Marknagili, at alt arbeiðið verður bjóðað í juni mánaði í ár. Tað sigur Landsverk

Depilin í Marknagili verður Føroya í serflokki størsta skúlaverkætlan og hann fer at kosta 354 milliónir krónur at byggja, umframt tær 37 milliónirnar ið tað kostar at projektera hann.

Beint nú verða ymsar forkanningar gjørdar fyri at vita, hvussu lendisviðurskiftini eru

Í hesum sambandi hava tey grivið oman á av á nøkrum úrvaldum støðum fyri at kunna gera metingar av, hvussu lendið er fyri at kunna rokna út, hvussu nógv tilfar skal gravast av, hvussu nógv skal spreingast, og hvussu nógv má fyllast í aftur.

Somuleiðis er ein veðurstøð sett upp, ið ger mátingar av vindviðurskiftunum í økinum

Sjálvt byggiarbeiðið byrjar í heyst, og eftir ætlan skal Skúladepilin í Marknagili verða klárur at taka í nýtslu á sumri 2014.