Sjeynda árið á rað bjóðar Sunda kommuna til mentanarviku. Í ár er mentanarvikan frá 8. til 17. septembur og aftur hesa ferð eru tiltøkini spreidd um mest sum alla kommuna. Til ber at uppliva Kingosangin í Tjørnuvík, klassiskan tónleik í Haldórsvík, kórsang í Gjónni og Danny and the Veetos á Norðskála. Bubu og Lulu vitja børnini og tey røsku kunnu sleppa at súkla við Rynkeby-súklarum. Eisini eru fleiri framsýningar, ið fólk kunnu vitja.
Noomi K. Rasmussen, sigur, at longu setanin hevur nógv at bjóða.
- Á setanini verða tekningarnar til nýggja skúlan í kommununi lagdar fram, eins og at vinnarin av búmerkjakappingini verður avdúkaður. Harumframt verður, sum vanligt, ársins mentanaravrik handað, sigur hon.
Hon sigur, at í ár er stórur dentur lagdur á rørslu og heilsu.
- Svimjihøllin bjóðar øllum ókeypis svimjing, meðan vit hava fingið súkklarar frá Rynkeby-liðnum at taka lut eisini. Teir skipa fyri tveimum túrum hesar dagarnar, til Saksunar og til Tjørnuvíkar. Leygardagin fáa vit vitjan av átakinum Heilsa á ferð hjá Fólkaheilsuráðnum. So aftan á morgunmatin kunnu fólk spáka sær yvir til Fólkaheilsuráðið og kanna, hvussu heilsuni veit við, greiðir hon frá.
Tiltøkini eru sum vanligt spjadd um fleiri bygdir, men ikki allar bygdirnar í kommununi eru við hesu ferð.
- Vit miðja ímóti at fáa so nógvar bygdir sum møguligt at taka lut og málið er, at bygdirnar luttaka í minsta lagi annað hvørt ár. Í ár eru tó nakrar bygdir, sum ikki eru við. Kommunan hevur ábyrgd av at samskipa tiltøkini, men tað eru íbúgvarnir, sum standa fyri innihaldinum, sigur Noomi K. Rasmussen.
Millum sermerktu tiltøkini í ár eru, at fólk á Oyri bjóða fólki inn í hús síni.
- Tiltakið Hvønn kennir tú á Oyri eru vit sera spent um. Tað eru fólk á Oyri, sum bjóða fólki á gátt. Onkur hevur eina framsýning, onkur eina konsert, onnur eina kafé. Serliga áhugavert er, at Sakaris Hansen, sum hevur gjørt modellskip í nógv, nógv ár, nú fyri fyrstu ferð sýnir skipini fram alment, sigur Noomi K. Rasmussen.
Alt er tó ikki bara gaman. Mánadagin skulu fólk í arbeiðsklæði.
- 200 trø skulu gróðursetast í náttúrulundina. Hetta eru ikki tey fyrstu trøini, men nú ætla vit at gera eitt ordans hál at fríðka um økið, sigur hon.
Sum undanfarin ár endar mentanarvikan í Sunda kommunu við Stakksdegnum í Tjørnuvík. Og trivnaðarsamskiparin væntar nógv fólk í Tjørnuvík hendan dagin.
- Tað eru altíð nógv fólk, ið taka lut á Stakksdegnum, tí hann er nakað heilt serligt. Umframt túrin út í Stakkin, so gongur eisini nógv fyri seg í bygdini. Hetta er ein virðiligur endi á mentanarvikuni, sigur Noomi K. Rasmussen.