Hansina Dahl sigur, at tey hava gjørt fyrireikandi arbeiði til fyritøkuna í okkurt um tvey ár, og tað hevur tikið drúgva tíð at fáa italsku samstarvsfelagarnar at trúgva upp á teirra hugskot. Hetta hevur tó loksins eydnast teimum, og nú síggja tey spent upp á framtíðina.
Ikki til privata marknaðin
Sum áðurnevnt samstarvar føroyska fyritøkan við italskar veitarar, men tey fleiri enn 800 steinasløgini verða innflutt úr øllum heiminum.
- Vit samstarva við Italia, tí tað er har, at tann størsta vitanin á hesum økinum liggur. Slík framleiðsla er gamalt handverk í Italia, og hevur ein søgu sum gongur fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Teir, ið vit samstarva við, eru eisini millum teir allarfremstu í heiminum, og eg kann til stuttleika nevna, at tann eini av okkara samstarvsfeløgum var við til at gera stóru standmyndina av Saddam Hussein í Bagdad. Hendan standmynd gjørdist kend kring allan heim, tá ið irakar rendu hana um koll í sambandi við, at Saddam Hussein varð koyrdur frá valdinum, sigur Hansina Dahl.
Sp/F Steinur selur ikki til tann privata marknaðin, men ístaðin til fyritøkur, ið eru við at byggja um ella byggja nýtt, ella til eitt nú gistingarhús. Steinurin kann nýtast bæði til gólv, borð, diskar ella hvat tað nú skal verða, og Hansina Dahl sigur, at Sp/F Steinur hevur sum mál at finna ein vøru, ið hevur bestu góðskuna til mest kappingarføra prísin.
Fingu hugskotið í Portugál
Hugskotið til at fara undir at selja ymisk sløg av steinum til skandinaviska marknaðin fingu Hansina og maðurin í sambandi við, at tey búðu í Portugál í fýra ár.
- Í Portugál eins og í flestu øðrum suðurevropeiskum londum rennur tú teg í stein dagliga. Har verður steinur nógv nýttur í byggivinnuni, og tú sært tað til dømis í svimjihallum, í sølumiðstøðum og almennum bygningum. Vit hugsaðu sum so, at hví kann hetta ikki eins væl nýtast í norðanlondum. Steinur er jú sterkt tilfar, og harafturat er tað viðlíkahaldsfrítt, so har skuldi eingin forðing verið, sigur Hansina Dahl.
Sp/F Steinur vil fegin, at steinur fer at verða meiri nýttur innan føroyska byggilist, og tey vóna tískil, at tey kunnu gera sítt til at fríðka um byggilistina her á landi.
Enn hevur fyritøkan ikki tær stóru bíleggingarnar, men Hansina Dahl sigur, at tey hava nakrar smærri bíleggingar, og at arbeitt verður við onkrum størri í løtuni.