Teir vóru púra avkláraðir. Spælandi venjarin Jan Joensen og vongverjin Símun Joensen ásannaðu á tíðindafundinum eftir dystarlok, at uppgerðin ímóti Molde hevði víst, at tað framvegis er stórur munur á norskum og føroyskum liðfótbólti.
? Í Molde var munurin ikki so stórur. Nú síggja vit, at vánaliga veðrið ta ferðina var størri bági hjá teimum, enn tað var hjá okkum. Teir fingu ikki ferð í spælið ta ferðina á sama hátt, sum teir fingu hesa ferð, ásannaði Jan Joensen.
? Serliga í 1. hálvleiki vóru teir grammir. Vit fingu ikki frið. Harvið varð talan um ov nógv spark og ov lítið spæl. Eftir steðgin varð hetta betri hjá okkum, og síðstu løtuna, tá ið vit spældu við tveimum heilt frammi, vóru vit eitt sindur við. Men tað var yvirhøvur eingin ivi um, at tað var stórur munur á liðunum, helt Símun Joensen.
Kunnu brúka sigurin
Odd Berg, Molde venjarin, var fegin um stóra sigurin, sum hann helt kundi nýtast til at pussa sjálvsálitið av undan týdningarmiklu landskappingardystunum, sum eru á skránni næstu vikurnar.
? Vit høvdu frammanundan avrátt, at vit skuldu fara fram á vøllin fyri at trýsta teir. Vit vóru frammanfyri 2?0, og vit vildu fegnir hava triðja málið, sum vit roknaðu við heilt víst fór at avgera samlaða úrslitið. Tað eydnaðist, og so var eingin ivi. Eg haldi, at KÍ spælararnir eru góðir við bóltinum, men tað hevur verið stórur munur á, at vit hava verið betri fyri kropsliga og í skjótleika. Teir spældu nógv upp á tvørs, meðan vit vóru meiri beinleiðis í okkara spæli. Vit duttu ofta í rangstøðufelluna, men hon kostaði teimum eisini nógv, helt Odd Berg, venjari hjá Molde, sum hevði nøkur ynski til lutakastið, sum var á skránni seinnapartin í gjár:
? Tað hevði verið hugaligt at skula spælt ímóti eitt nú Liverpool ella einum felag, sum vit hava góðan møguleika at vinna ímóti. Vit vóna at sleppa undan at ferðast ov langt eystureftir, var ynskið hjá Odd Berg, sum legði afturat, at teir í 2. hálvleiki skiftu eitt sindur av fólki, tí teir hugsaðu um týdningarmikla landskappingardystin á heimavølli í annaðkvøld.
Seta tit UEFA kappingina ovarlaga á dagsskránni?
? Vit venja fram ímóti jólum, eftir at landskappingin í Noreg er liðug. Motivatiónin í venjingunum verður nógv størri, um tað verða UEFA CUP dystir á skránni í november og desember. Jú, vit vilja ógvuliga fegnir spæla okkum víðari til næsta umfarið. Og so skulu vit ikki gloyma, at sigurin í kvøld eigur at geva sjálvsálit í landskappingini. Vit misnýttu nógvar møguleikar í kvøld. Tað hevur verið eyðkennið fyri hetta kappingarárið hjá okkum. Men vit skoraðu eisini mál, og tað skulu vit bera við okkum til hús aftur og til heimadystin sunnudagin, helt Odd Berg.