Bitin í andlitið av óðum hundi

Fýra ára gomul smágenta úr Vági hevur fingið stór sár í andlitið, eftir at hon mikukvøldið varð bitin av einum hundi, sum gekk leysur

 

Hundbitin


Mikudagurin í hesi vikuni var ein dagur, sum kanska kemur at merkja eina fýra ára gamla gentu í Vági fyri lívið.

Hon var farin út, tá ið ein hundur leyp á hana og beit hana rættiliga illa í andlitið. Sum tað sæst á myndini, er yvirvørrin og pettið upp ímóti nøsini illa farið av bitinum. Summi av sárunum eru nokk so djúp.

Gentan var beinanvegin flutt á Suðuroyar Sjúkrahús, har skaðin varð kannaður, men hildu ikki, at tað bar til at seyma, í hvussu so er í fyrstu syftu.

Mánadagin skal gentan aftur á sjúkrahúsið at verða kannað og at taka støðu til, hvussu skaðin skal viðgerðast.

Læknarnir hava sagt foreldrunum, at sárini helst fara at grøðast, men at okkurt arr fer kanska at verða eftir.

Tey vita ikki rættiliga, hvat hendi, tá ið hundurin beit. Sjálv hevur gentan greitt frá, at tað var ikki tí, at hon royndi at kela honum, ella tí at hon á annan hátt gjørdi hundinum nakað, at hann gjørdust óður. Hon hevur greitt frá, at hundurin kom bara rennandi ímóti henni og beit uttan ávaring.

Tann, sum átti hundin, hevur lovað foreldrum gentuna at hann skal taka lívið av hundinum og tað vóna tey, at hann ger.

Les eisini á síðu 3.