Leygardagin 14 verður almenn móttøka í nýggja Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.
Jógvan Fríðriksson, bispur vígur skúlan.
Í apríl mánað 2010 vórðu 2200 fermetrar av nýggja skúlanum tiknir í nýtslu, og írestandi byggistigini, sum nú eru framd, fevna um góðar 900 fermetrar aftrat. Skúlin er sostatt 3100 fermetrar við 18 skúlastovum og fimm serstovum.
Eisini eru tríggjar miðhallir, ein stór og tvær smærri til framhaldsdeildina. Onnur av hesum høllum hevur tilknýti til miðlaverkstaðið ella bókasavnið og skúlastovur - og hin til serhølini.
Skúlin er ljósur og lættur og útsýnið gott.
Samlaða byggingin av nýggja Skúlanum við Ósánna kostar umleið 58 mió. krónur.