Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur, at føroysku fólkakirkjuni tørvar ein diakonalan profil, ið setur tænastuna og umsorganina á breddan.
- Eitt, ið kann mennast munandi í fólkakirkjuni, er tann gamla kristna tænastan, ið verður kallað diakoni. Okkara trúgv skal nema menniskju og hava menniskju í hásæti: Guð, trúgvin og tænastan, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
Fyri at styrkja júst hesa tænastuna í fólkakirkjuni, fara allir sóknarprestarnir á námsferð til Keypmannahavnar leygardagin. Sostatt eru allir burturstaddir, tá gudstænasturnar eru sunnudagin. Jógvan Fríðriksson sigur, at heilt víst er nógv gott í fólkakirkjuni, men tað er kortini altíð sunt at framhaldandi menna kirkjunnar virksemi.
- At standa í stað vegna vanahugsan er ein líðandi afturgongd. Vit mega fakliga grunda yvir og vita, nær og hví vit skulu standa í stað, og nær vit fara til gongu, sigur hann.
Jógvan Fríðriksson, bispur, sigur, at námsferðin hevur tvinni endamál, eitt fakligt og eitt sosialt.
- Innan øll arbeiðsøki er tað vituligt, at tað sosiala i mongum førum hevur eins stóran týdning og tað fakliga. Tað er tað sosiala, ið ber tað fakliga, og tað er tað fakliga, ið gevur tí sosiala virðisgrundarlagið og síni sjálvsøgdu rættindi á einum arbeiðsplássi, skrivar hann á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
Hann vónar, at námsferðin fer at geva prestunum innlit í tað virksemi, ið danska fólkakirkjan, kristin trúarsamfeløg og aðrir felagsskapir gera millum tey, ið fingu stórar avbjóðingar í lívinum og sosialt hava tað trupult.
- Námsferðin skal kveikja hugin og skapa innlit. Námsferðin skal eggja okkum at koma burturúr smáligari hugsan og gera upp við jantelógina í føroyska samfelagnum. Jantelógin er kvalandi, og hon peikar altíð eftir persónunum og dvølur sjáldan við tað fakliga. Vit yppa mangan øksl og siga: Nú skal hon, ella nú skal hann, – tey skuldu heldur passa seg sjálvan, sigur hann.
- Tað er ikki givið, at fólkakirkjan skal seta nakað nýtt á skinnaran. Men vit kunnu tilvitað koma inn á vøllin og taka eina hond í við teimum, ið frammanundan gera eitt megnar arbeiði. Tað er ikki neyðugt, at kirkjan gongur á odda, men vit eiga at vera við í mannsømiligum verki og átøkum, sigur bispur.