Birnumálið: Varðhaldsfongslaður tvær vikur afturat

Meðan annar grønlendarin varð leyslatin, er hin í dag varðhaldsfongslaður í tvær vikur afturat.

Annar grønlendarin, sum er undir illgruna fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttir, varð í dag varðhaldsfongslaður í tvær vikur afturat.

 

Hin grønlendingurin varð leyslatin fyrr í dag og íslendska løgreglan váttar, at hann ikki longur er undir illgruna fyri drápið. Hann er enn skuldsettur í málinum, men hevur ikki fingið útferðarforboð, so hann er frælsur at fara heim til Grønlands um hann vil.

 

Sum skilst er tað bilførarin á reyða Kia Rio bilinum, sum nú er varðhaldsfongslaður. Hin maðurin, sum sat drukkin á eini barr í Reykjavík og síðani fór við reyða Kia Rio bilinum til Hafnarfjarðar og síðani beint umborð í Polar Nanoq, er leyslatin.

 

Eftir at hann fór umborð, fór reyði Kia Rio bilurin avstað aftur og var burtur í eini tríggjar tímar. Blóð frá Birnu Brjánsdóttir er funnin í bilinum.

 

Birna Brjánsdóttir hvarv leygarmorgunin 14. januar. Sunnudagin 22. januar varð líkið funnið flótandi út fyri Selvogsvita.