Birna skoraði fimm ferðir

Kvinnur: Trý tey fremstu vunnu sannførandi sigrar ídag

Fimtanda umfar í kvinnukappingini var ídag.

Greipuvinnarin í fjør, steypavinnarin í ár og oddaliðið í landskappingini, EBS/Skála, átti heimavøll undir Mýruhjalla á Skála ímóti B36, sum noyddist suður aftur við 8-0 tapi.

Birna Tummasardóttir Mikkelsen, sum mánadagin spældi alla tíðina í landsdystinum ímóti Týsklandi, skoraði fimm av málunum. Trý tey síðstu skoraði hon eftir átta minuttum seint í seinna hálvleiki.

 

HB vann 8-1 á heimavølli ímóti B68. Heidi Sevdal skoraði fýra av HB málunum. Nú er Heidi toppskjútti við átjan málum.

 

KÍ vann 4-2 á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi. Trý tey síðstu málini - tvey KÍ mál og so eitt ÍF/Víkingur mál - vórðu skorað í síðsta minutti av vanligu leiktíðini og minuttunum, sum dómarin legði aftrat.

Merkisvert var tað, at KÍ veteranurin Ragna Patawary, sum fyri tað mesta hevur spælt í verjuni, skoraði tvey mál. Hetta vóru fyrstu málini hjá henni í landskappingini síðani 2010.

 

KÍ – ÍF/Víkingur 4-2 (2-0)

1-0: Rannvá B. Andreasen 36.

2-0: Ragna Patawary 45.

2-1: Mona Rasmusdóttir 59.

3-1: Evy á Lakjuni 90.

4-1: Ragna Patawary 92.

4-2: Hjørdis Rasmusdóttir 93.

 

EBS/Skála – B36 8-0 (3-0)

1-0: Margunn Lindholm 7.

2-0: Birna T. Mikkelsen 19.

3-0: Birna T. Mikkelsen 31.

4-0: Íðunn E. Magnussen 50.

5-0: Randi Fagradal 71.

6-0: Birna T. Mikkelsen 79.

7-0: Birna T. Mikkelsen 82.

8-0: Birna T. Mikkelsen 87.

 

HB – B68 8-1 (5-0)

1-0: Nadija Dam Johannesen 7.

2-0: Heidi Sevdal 10.

3-0: Sara Samson Lamhauge 19.

4-0: Heidi Sevdal 35.

5-0: Heidi Sevdal 45.

6-0: Ása á Reynatúgvu 53.

7-0: Heidi Sevdal 62.

7-1: Birita Nielsen 64.

8-1: Sara Samson Lamhauge 68.

 

EBS/Skála151302651139
151212471437
HB151113561634
ÍF/Víkingur15609243718
B361502137612
B6815021311712