Í dag var hátíðarhald í Birkilund, sum er ein av barnagørðunum í Tórshavnar Kommunu. Eftir at trupulleikar vóru av lekum, varð avgerð í fjør vár tikin um at høvuðsumvæla stovnin. Hetta arbeiðið hevur verið ígongd síðani í fjør heyst, og í dag varð stovnurin aftur handaður kommununi.
Stovnurin hevur langa søgu, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Upprunaliga varð byrjað við eini vøggustovu Yviri við Strond, sum Nancy Bjørklund tók stig til. Vøggustovan læt upp fyri skjótt 50 árum síðan, tann 18. okt. 1965. Í 1972 fluttu tey í eini hús á Lützenstrøð. Men í 1983 bleiv dreymurin hjá Nancy Bjørklund at fáa ein barnagarð til veruleika - tá bleiv Vøggustovan og Barnagarðurin á Konmansmýru tikin í nýtslu. Seinni skifti stovnurin navn til Birkilund.