TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Biritu Jacobsen á Rás2, aftaná, at Birita og liðfelagarnir á neistaliðnum høvdu vunnið 27-20 á kyndilskvinnum í tí fyrstu FM-finaluni.
Birita heldur ikki, at Kyndil hevði nakað at yvirraska Neistan við, sum vóru væl fyrireikaðar til dystin. Birita staðfestir tó, at setningurin er langt frá greiddur enn. Ein strævin onnur finala bíðar leygardagin.