Birgir Hansen: dysturin í Hoyvík er 50/50

Hondbóltsviðmerkjarin, Birgir Hansen torir ikki at taka dagar millum H71 og VÌF, hvørt av teimum fer at vinna seg í FM-finaluna ímoti kollfirðingum í Atlantic Airways deildini.

 

Birgir Hansen metir bæði liðini verða væl fyri til uppgávuna, og tað verður ikki nógv, sum kemur at skilja liðini.

 

Ì seinnapartssendingini hjá Rás2 kom Birgir Hansen við sínum metingum um H71-VÌF, og undan-finaluna millum Kyndil og Neistan í fremstu kvinnudeildini, har liðini sleppa at testa hvønn annan av, áðrenn tey møtast í FM-finaluni.

 

Tað ber til at hoyra metingarnar hjá Birgiri Hansen í ljóðbrotinum undir greinini.